Fylgja ikki norskum trygdarásetingum

Innlendismálaráðið skúgvaði í 2011 spurningar frá eldserfrøðinginum, Hans Haraldsen til viks við tí grundgeving, at hann gekk eftir ES trygdarásetingum, meðan føroyingar ganga eftir norskum ásetingum. Eysturoyartunlinum er tó eisini í stríð við norsku ásetingarnar. Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í

Tann 7. desember 2010 sendir Hans Haraldsen, stjóri í HMP Consult millum øðrum Innlendismálaráðnum skriv, har hann setir álvarsligar spurningar við trygdina í ætlaða Skálafjarðartunlinum. Hetta endar við einum fundi millum Hans Haraldsen, HMP Consult, Kaj Johannesen, Innlendismálaráðið og Heina Eysturoy, Landsverk.

Hans Haraldsen metur ikki, at tann váðametingin, sum er gjørd av norsku fyritøkuni SINTEF og donsku Ramböll í samband við Skálafjarðartunnilin, er fullfíggjað. Hann vísir millum annað á, at trygdarkrøv eru vorðin strangari í flestu europeiskum londum eftir at fleiri stórir eldar hava verið í evropeiskum tunlum.

Ífylgi fundarfrágreiðingini vísir Kaj Johannesen frá Innlendismálaráðnum á, at "HH tosaði um trygd eftir EU-normum (sic) ella øðrum normum enn teimum, sum nýttir verða í Føroyum, nevniliga teimum norsku.(...) Mann hevur hildið seg til at seta somu krøv, sum sett verða í Noreg í sambandi við tunnilsgerð við tí trygdarstøði, ið tað samstundis inniber." Kritikkurin hjá Hans Haraldsen verður altso skúgvaður til viks við tí grundgeving, at hann ikki fylgir norskum normum. Her verður somuleiðis staðfest, at føroyingar fylgja norskum normum.

Men um føroyingar fylgdu norskum normum, áttu teir at hildu seg burtur frá at gera eina rundkoyring undir Skálafjørðinum. Síðan 2006 hava norsku vegmynduleikarnir nevniliga mælt frá at nýta rundkoyringar í tunlum.

Fingu ráð frá norðmonnum
Júst av tí at Landsverk upprunaliga var ímóti rundkoyringini, vendu teir sær til norsku samstarvsfelagirnir, Statens vegvesen og bóðu um ráð, tá teir sóu uppskotið frá PF Skálafjarðatunnilin. Teir spurdu norðmenn, hvat teirra ásetingar eru. Í svarinum tekur Statens vegvesen ikki støði í Eysturoyartunlinum, men greiðir frá hvussu teirra ávísingar ljóða.

Her stendur millum annað, at norsku ávísingarnar eru broyttar frá í 2002 at eita: "kryss i tunnel skal alltid godkjennes av Vegdirektoratet" til "kryss i tunnel skal unngås, og unntak skal altid godkjennes av Vegdirektoratet i en tidlig planfase."

Tað vil siga, at sum útgangsstøði, skal ein rundkoyring ikki gerast. Undantøk skulu góðkennast tíðliga í gongdini og hetta merkir í praksis, at nógvar rundkoyringar verða steðgaðar, áðrenn umsóknir verða sendir til góðkenningar hjá Vegdirektoratet, sum koyrir eina restriktiva praksis á økinum.

Tað er serliga eftir at eldur hevur verið í fleiri tunlum í Europa, at europeisku londini eru farin at taka betur atlit til trygdina. Týskland og Frakland hava nógv strangari krøv til trygdina enn til dømis Noreg, og einasta orsøk til, at ES ikki hevur ásetingar um tunlar er, at hetta ikki er aktuelt, ljóðar tað í skrivinum frá Statens vegvesen.

"EU-direktivet om tunnelsikkerhet nevner ikke kryss i tunnel direkte. Årsaken til dette er at spørsmålet stort sett er uaktuelt i Europa. Man ser svært gjerne at avtalelandene er restriktive."


Eysturoyartunnilin hevði dumpað
Í skrivinum frá Satens vegvesen stendir:
"Kryss i tunnel skal som hovedregel generelt unngås, og unntak skal alltid godkjennes av Vegdirektoratet i en tidlig planfase. Slik står det i våre vegnormaler. Vegdirektoratet er godkjenningsmyndighet. Vi følger en restriktiv praksis. Det er flere grunner til dette: Byggekostnader, driftskostnader, komplisert ventilasjon og trafikksikkerhet."

Rundkoyringar í tunlum verða einans loyvdar um allir aðrir møguleikar metast antin at vera verri fyri trygdina enn ein rundkoyring, at vera lutfalsliga alt ov kostnaðarmiklir ella at hava lutfalssliga stórar avleiðingar fyri umhvørvið. Einki av hesum er galdandi fyri Eysturoyartunnilin. Tvørturímóti er loysnin við rundkoyringini tann dýrasta og minst trygga av teimum fimm uppskotunum, sum hava verið frammi.

Kortini hava politikarirnir valt at tunninlin skal ganga upp báðu meðin Skálafjørðin við einum rundkoyring í miðjuni. Hendan loysnin tekur atlit til allar eysturoyingar, so eingin kennir seg illa viðfarnan. Nógv bendir á, at loysnin tekur meira atlit til politik enn til trygdina hjá teimum, sum skulu koyra í tunlinum.

Men steinarnir á vegnum verða so við og við ruddaðir burtur. Landsverk, ið á fyrsta sinni ikki vildi hoyra tala um eina rundkoyring og ikki vildi góðkenna hesa loysnina upprunaliga, hevur ikki nakran trupulleika við at góðkenna rundkoyringina í dag. Sostatt segði Ewald Kjølbro við Sosialin fríggjadagintann 7. februar, at nú politisk avgerð var tikin um, at ein rundkoyring skal vera í tunnlinum, góðkennir Landsverk sjálvsagt avgerðina, og vil gera sítt besta fyri, at trygdin skal vera í lagi.

Fleiri óhapp og verri rýmingarmøguleikar
Ein krossvegur vil altíð føra fleiri óhapp við sær. Haraftrat standast ofta trupulleikar í sambandið við bjarginararbeiðið. Rýmingarmøguleikarnir eru munandi verri í einum tunli við rundkoyring í, av tí at roykurin er verri at stýra.

Ein orsøk til hetta er, at ventilatiónin verður brúkt sum liður í bjargingararbeiðinum. Hon verður brúkt til at stýra roykinum, og er tí avgerandi fyri, hvussu nógv fólk megna at rýma undan roykinum, um óhappið skuldi verið fyri. Í einum tunli, sum bert gongur ein veg, skal roykurin antin ein veg, ella ein annen veg og til hetta kann brúkast ein ventilatión ið blæsir í ein rætning. Í rundkoyringini ber ikki til at stýra roykinum utan so, at ventialtiónin situr í rundkoyringini og verður sugaður upp - tað vil siga, at ventilatiónin skal ganga út úr tunlinum, og tað er ikki møguligt, um hav er uppi yvir. Ein stór verkætlan