In.fo er í dag farið undir beinleiðis livescore skipan, har fylgt verður við úrslitunum í teimum fýra dystinum í bestu deildini í fótbólti.
TRÝST HER fyri at síggja úrslitini
Skipanin verður dagførd so hvørt, sum mál verða skorað. Teir fýra dystirnir, sum eru í dag, eru millum HB-AB, sum spæla í Havn, NSÍ-FC Suðuroy, sum spæla við Løkin í Runavík, Víking-ÍF, sum spæla í Gøtu og TB-KÍ, sum spæla í Trongisvági.
Fimti dysturin, sum skuldi vera millum EB/Streym og B36 er avlýstur vegna veður.










