Fylgið løgtingsvalinum upp á gamlan máta

Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð er talvan at fylla út valkvøldið, tá úrslitini frá løgtingsvalinum verða kunngjørt.

 

Fyrr var hendan talvan altíð prentað í øllum bløðum undan valinum, og tað vóru mong húski, ið keyptu fleiri bløð fyri at fleiri í húsinum kundu sita og fylla út atkvøðurnar úr ymsu valstøðunum kring landið.

Internetið hevur broytt hesa siðvenju, og nú koma øll úrslitini á valsíðuna hjá Kringvaprinum, har tey verða kunngjørd. 

Men har eru til dømis ikki samanteljingar um, hvussu tað gongur flokkunum í ymsu økinum – ella valdømunum, sum vit søgdu fyri, áðrenn landið í 2008 varð gjørt til eitt valdømi.

Nógv hava spurt eftir talvuni, og tí er hon prentað í Sosialinum, sum kom á gøtuna í dag.

So ynskir tú at fylgja við upp á gamla mátan – ella fylla út talvuna fyri at síggja, hvussu tað gongur ymsu flokkunum í valdømunum hvør sær, so fá tær fatur á Vikuskiftis Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið.