In.fo er í holt við at menna eina nýggja skipan, so tað verður lættari, greiðari og smidligari at fylgja føroyskum fótbólti, tá beinleiðis frásøgn er. Skipanin bleiv sunnudagin royndarkoyrd fyri fyrstu ferð.
Leinkja: Beinleiðis frásøgn á In.fo (B36-EB/Streymur)
Tað vóru onkrir tekniskir trupulleikar, men sum heild var talan um eina væleydnaða roydarkoyring. Vónandi eru flestu trupulleikarnir lúkaðir út, til dystin í kvøld millum B36 og EB/Streym.
Fyri at fygja fótbóltinum á Livescore skipanini, skalt tú trýsta á breddan omanfyri myndina á høvðussøguni, har tað stendur "Beinleiðis" á. Breddin kemur, tá Livescore er aktivt. Fyrstu ferðirnar verður ein grein sum høvðusgrein, ið hevur eina leinkju til føroysku Livescore skipana.
Effo-deildin 1. umfar:
Í dag:
B36 – EB/Streymur (18.00) Rás2 sigur frá dystinum
Sunnudagin:
HB – AB 2-2
NSÍ – FC Suðuroy 6-1
TB – KÍ 1-1
Víkingur – ÍF 2-2









