Aftaná at samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn misti parlamentariska meirilutan á løgtingsvalinum 31. august er greitt, at tað verður ein nýggj samgonga, ið fer at stjórna landinum fram til næsta løgtingsval.
Men hóast talan verður um eina nýggja samgongu, so er tað eitt gamalt mál, ið Barnabati, sum millum annað umsitur Tú & Eg ráðgevingina, ið veitir ráðgeving til børn og ung, ið hava ymiskar trupulleikar, ynskir á fáa á dagsskránna tey næstu fýra árini.
- Í samband við, at man samtykti Barnarættindasáttmálan aftur í 1992, hevur landið bundið seg til at fylgja ST-sáttmálan um barnarættindi. Í 2011 og 2017 kom eitt tilmæli frá ST um at tryggja eina barna- og ungdómsráðgeving í Føroyum, har mælt varð til, at fáa hesa ráðgeving upp at koyra 24 tímar um døgnið í eina tryggja og góða legu. Tað er hesa ráðgeving, ið vit ynskja at tryggja, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Hava strongt á
Síðan ST kom við sínum tilmæli hevur Barnabati eisini arbeitt fyri, at føroysku myndugleikar fylgja og virða sáttmálan og fylgja tilmælinum.
- Eg havi sent ein fyrispurning til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fyri at fáa tað formelt í ordan, men teir hava víst málið víðari til onnur aðalráð, tí tað eru tey, ið hava ábyrgdina av at tryggja, at sáttmálin verður settur í verk á hesum økjum, sigur aðalskrivarin.
Tískil er felagsskapurin í dag í tí støðu, at fremsta ynski til eina nýggja samgongu er júst hetta. At barnarættindasáttmálin verður fylgdur, so at man kann fáa eina góða tænastu fyri børn og ung her á landi.
- Í síðsta tilmælinum frá ST bleiv heitt á landsins myndugleikar at tryggja ráðgevingina, so at hon hevur fíggingina, tøknina og starvsfólkini at møta tørvinum hjá børnum og ungum við hjálp. So í botn og grund heitir ST á føroyskar myndugleikar at tryggja, at børn og ung hava eina anonyma ráðgeving at venda sær til alt døgnið, vísir aðalskrivarin á.
Ráðgeving í 38 ár
At ST heitir á Føroyar á skipa so fyri, at man kann hava eina trygga ráðgeving í Føroyum er kærkomið hjá Barnabata, og teimum, sum í nógv ár hava arbeitt fyri eini slíkari ráðgeving.
- Tú & EG ráðgeving byrjaði í 2006, men longu í 1981 hevði Barnabati fyrstu ráðgevingina til børn og ung. Síðan tá hava ymiskar royndir verið gjørdar at fáa ráðgeving í lag, men avbjóðingin hevur altíð verið raksturin, ásannar aðalskrivarin.
Í løtuni eru 450.000 krónur settar av á fíggjarlógini til tað siðbundna virksemið hjá Barnabata. Tað er tó langt frá nóg mikið til at kunnu tryggja eina ráðgeving alt døgnið.
- Sum nú er hava vit ráðgeving gjøgnum telefon frá klokkan 9 til 15. Aftrat tí hava vit dulnevndan brævkassa og kjatt. Tey sum ringja millum 9 og 15 fáa svar, men vegna manglandi fíggjarorku er svartíðin á netinum ov long. Tí at ráðgeva børnum á kjatt og aðrastaðni á netinum í úrtíð krevur ein stóran og væl kvalifiseraðan hóp av sjálvbodnum. Tí her møtir man børnum við øllum møguligum avbjóðingum, og tað skal man hava bæði røttu útbúgving og venjing til. Og slikt krevur fígging, sigur Djóni J. Eidesgaard.

Fylgið Barnarættindasáttmálanum

