Fylgdu við álopinum

Barack Obama, forseti, Joe Biden, varaforseti, Hillary Clinton, uttanríkisráðharri og ráðgevar hjá Obama sótu við ein sjónvarpsskíggja og hugdu at álopinum á Osama bin Laden. Hvítu Húsini hava nú almannakunngjørt myndir, sum eru tiknar í Situation Room, og sum vísa forsetan og hansara næstu medarbeiðarar sita og eygleiða tað, sum hendi í pakistanska býnum Abbottabad.

Á myndunum sæst, at Hillary Clinton var ikki sørt skelkað av tí, sum hon sá.

Keldur siga fyri amerikonsku fjølmiðlunum, at hýrurin í Situation Room var sera góður, tá tað var greitt, at átakið hevði fingið tað ætlaða úrslitið.