Í ár eins og undanfarin ár fylgir Havstovan við í, hvussu gróðurin er á Landgrunninum um summarið. Lívfiskastøðin í Skopun tekur royndir í Skopunarfirði hvørja viku í summarhálvuni, sum Havstovan síðani kannar.
Sjógvurin, ið verður brúktur á Lívfiskastøðini í Skopun, verður pumpaður ígjøgnum ein tunnil, ið gongur undir støðini og kemur upp á 18 metra dýpi í Skopunarfirði. Hvørt sekund verða umleið 0,25 m3 av sjógvi pumpaðir inn á støðina.
Havstovan skrivar á heimasíðuni, at gróðurin, plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Kanningar á Havstovuni hava áður víst neyvt samband millum gróðurin og eitt nú tilgongd og vekt av toski og hýsu á Landgrunninum. Kanningarnar vísa eisini, at tað er sera ójavnt, hvussu nógv plantuæti er tey ymisku árini.
Plantuæti eru evarska lítlar plantur (oftast 1/10 – 1/100 millimetur til støddar), sum sveima í sjónum og nørast sum aðrar plantur við sólarorku og tøðevnum.
Havstovan sigur, at tað verður áhugavert at fylgja við í, hvussu gróðurin fer at hátta sær í ár. Áhugað kunnu eisini fylgja við, tí úrslitini verða dagførd á heimasíðuni hjá Havstovuni hvønn mikudag.










