Tað vóru Andrés Jacobsen og Brian Samson, ið myndað fyritøkuna Polar Films Entertainment, ið fyrrapartin fingu handað heiðurslønina sum ársins íverkseti á árliga íverksetaradegnum, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.
- Vit vildu bara skapa okkum arbeiðspláss, segði Andrés Jacobsen, tá hann tók ímóti heiðurslønini.
- Vit hava alla tíðina fylgt hjartanum og havt eyguni vend á arbeiðið hjá okkum, heldur enn á pengarnar, sum fylgja við. Tað hevur loyvt okkum at gera tað, sum vit halda vera stuttligt at fáast við, segði hann.
- Tað allar týdningarmesta hjá einum íverkseta, er at tíma at arbeiða. Ein skapar einki uttan sveitta, blóð og tár. Tað finst eingin avloysari fyri hart arbeiði, segði Andrés Jacobsen.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði teimum viðurkenningina, og segði í grundgeving síni, at tað var eyðsæð, at alt, teir báðir gera, er reint, virðiligt og lýtaleyst.
Áhugin fyri filmslistini byrjaði tíðliga hjá teimum báðum vinmonnunum. Báðir eru uppvoksnir í Eysturbýnum og byrjaði tíðliga at spæla sær við myndatólið eftir skúlatíð.
Eftir aldarskiftið tók frítíðarítrivið av álvara dik á seg og teir gjørdu fleiri royndir og mentust hesa tíðina nógv sum filmskaparar.
Tá tíðin var komin at velja eina lívsleið, var eingin ivi í huganum hjá teimum báðum. Teir vildu skapa sítt egna arbeiðspláss, og tað skuldi vera innan filmsvinnuna.
Løgmaður segði, at teir báðir hava ongantíð siti aftur á og bíða eftir fígging, men hava stríðst fyri hvørt oyra.
Vinabandið knýtir teir tætt saman, eisini hvat arbeiðinum viðvíkur, og tí hava teir altíð teirra felags áhugamál og ynski fyri eyga, heldur enn at arbeiða við sínum yndisverkætlanum hvør sær.
- Teir hava megnað at loyst størstu avbjóðingina hjá øllum íverksetarum, at fáa fyritøkuna at bera seg og vísa til svørt tøl á niðastu linju, og tað eiga teir alla rós uppiborna fyri, segði løgmaður.