FUTT sparkar ólavsøkuna í gongd 27. juli

Startskotið til ólavsøkuna verður latið av við einum braki í Tórsgøtu á ólavsøkukonsertini ”FUTT í býin”, sum verður 27. juli í ár

Hjá sera nógvum fólkum byrjar ólavsøkan við legendarisku ólavsøkukonsertini, sum eftirhondini hevur fleiri enn 20 ár á baki.


Jóhannes á Rógvu, formaður í FUTT, felagið hjá føroyskum tónleikarum, sum skipar konsertina, sigur við Ólavsøkublaðið, at av tí at konsertin í fjør tíbetur eydnaðist somikið væl, eru ikki tær stóru broytingarnar í ár. Fyrra árið varð annars heilt galið, og konsertin var í vanda fyri at detta niðurfyri, um ikki eitthvørt álvarsligt varð broytt við bræði. Men stigtakararnir tóku sær um reiggj og broytti konseptið fullkomiliga, eitt nú við at flyta oman í miðbýin úr Kommunuskúlagarðinum.


Sostatt verður mentanargøtan Tórsgøta í ár karmur um konsertina, sum verður líka frá klokkan sjey á kvøldið til einaferð út á náttina.


- Vit hava valt at leggja orkestrini fyri tey yngru fyrr á kvøldinum, og so líðandi út á kvøldið verður tilboðið lagað til tey eitt sindur tilkomnu, sigur Jóhannes á Rógvu. Sostatt verða til dømis Ragnar og Faroe5 at hoyra tíðliga á kvøldi, meðan syngiviðorkestur sum Páll Finnur Páll, Frændir og Vestmenn enda kvøldið.


Tveir pallar


Hann leggur dent á, at tað eru føroysk orkestur, sum fara at vísa síni kynstur, og hann vónar, at undirtøkan verður góð. Onnur ár hevur hon ligið um einir 1000 áskoðarar.


- Vit eru so heppin, at vit hava tveir pallar, sum framførslurnar skifta millum. Uttandura er ein stórur pallur á parkeringsøkinum við Hotel Tórshavn, og inni á Tjóðpallinum verða heldur friðarligari framførslur við vísusangi og øðrum, sigur Jóhannes á Rógvu.


Neyvt eftirlit


Hann vísir eisini á, at eftirlitið við konsertini er nógv batnað seinastu árini.


- Fyri nøkrum árum síðani tóktist tað sum, at fyrireikararnir mistu tamarhaldið á konsertini. Fólk endaðu á skaðastovuni til útpumpingar og áskoðararnir gjørdust alt yngri, sigur Jóhannes á Rógvu. Tí hava tey hert eftitlitið nógv, so fólk ikki fáa rúsdrekka við inn og ikki verða ov full. At tað ber til at keypa sær eina bjór og eitthvørt gott undir góman, bøtir sjálvsagt eisini um støðuna.