Fusk í stílaheftunum hjá 9. flokki

Tá næmingarnir í 9. flokki úr øllum landinum fóru til fráfaringarroynd fólkaskúlans í donskum í gjáramorgunin, var stílaheftið fult í villum.  Bæði fuskivillum, stavivillum og málvillum.  Hetta er langt úti, heldur Jane Hoydal, lestrarvegleiðari og lærari í Kommunuskúlanum í Havn.

Stílaheftið, sum allir næmingarnir í 9. flokki fingu borið upp í hendurnar í gjáramorgunin, sær í fyrstu atløgu snøgt út. Fimm evni eru at velja ímillum, uppsetingin er á góðari leið og myndirnar í stílaheftinum eru relevantar. Men so skjótt, vit hyggja gjøllari at stílaheftinum, síggja vit tíverri alt fyri eitt, at heftið er sera illa frágingið, so illa, at tað ikki átti at verið grundarlag undir endaligari próvtøku. Sera nógvar fuskivillur eru at finna, men somuleiðis síggja vit eisini álvarsamar stavi- og málvillur.

Sera vánaligt
Jane Hoydal, lestrarvegleiðari og lærari í Kommunuskúlanum í Havn, var vaktarfólk í próvtøkuhølunum í Kommunuskúlanum í gjáramorgunin, tá 9.-floks næmingarnir fóru til próvtøku. Hon hvakk við, tá hon sá allar villurnar í stílaheftinum.
 
- Í trimum stílaevnum fann eg nógvar villur, og tað er sera vánaligt. Í fyrsta stílaevninum fann eg eina villu, í triðja fann eg níggju villur og í fjórða stílaevninum fann eg 17 villur, sigur Jane Hoydal og leggur afturat, at hesar villurnar hoyra ongastaðni heima í einum stílahefti til eina próvtøku:
 
- Mentamálaráðið visti av villunum og átti í øllum førum at sent eitt bræv út til skúlarnar, so vit lærarar vistu av villunum og kundu sagt næmingunum frá hesum, áðrenn próvtøkan byrjaði, heldur Jane Hoydal fram.
 
Í síni heild heldur Jane Hoydal somuleiðis, at stílaheftini áttu at verið meira gjøgnumførd:
- Eitt nú er kelda til ymsu tekstirnar ikki skrivað allastaðni í stílaheftinum. Men tó eru evnini, næmingarnir hava at velja ímillum, góð og fjølbroytt  bæði til tann dugnaliga og minni dugnaliga næmingin. Men hetta er ikki fyrstu ferð, vit leggja til merkis, at stílaheftini frá Mentamálaráðnum hava villur. Hetta hevur verið skilið í fleiri ár, men tó hevur tað ongantíð verið so grovt sum í ár. Nú er ovboðið, staðfestir Jane Hoydal at enda.
 
MMR harmast
Á Mentamálaráðnum eru tey sjálvsagt sera hørm um, at so nógvar villur eru í stílaheftinum:
 
- Vit vistu ikki av øllum hesum villunum fyrr enn tveir dagar áðrenn próvtøkuna, men tá var ov seint at prenta heftini av nýggjum, og somuleiðis høvdu skúlarnir longu fingið stílaheftini útflýggjað. Vit eru sera, sera hørm um hetta á Mentamálaráðnum, men eg dugi enn ikki at staðfesta, hvussu hetta er hent, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum.
 
Olaus Jespersen sigur eisini, at vanliga rættlesur uppgávunevndin hjá Mentamálaráðnum stílaheftini ígjøgnum fýra ferðir, áðrenn tey fara til prentingar:
- Og tað hava vit eisini gjørt hesa ferð. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt stílahefti hevur verið útflýggjað frá okkum við so nógvum villum, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum, at enda.
 
Agnar Jensen, ið starvast hjá Føroyaprent, sigur, at tey høvdu megnað at prentað stílaheftini av nýggjum innan tveir dagar:
 
- Tað er sera ymiskt, hvussu langa tíð tað tekur at prenta slík próvtøkuhefti. Ofta fáa vit eina lidna fílu, og so tekur tað onga tíð at prenta. Einasti trupulleikin hevði møguliga verið, um vit vóru yvirbókað, men í neyðstøðum sum hesari plagar tað altíð at bera til at finna eina loysn, sigur Agnar Jensen og skoytir uppí, at tá próvtøkuuppgávur skulu prentast, skal alt vera loyniligt:
 
- Men vit høvdu bara prentað stílaheftini av nýggjum um kvøldið. So hóast hetta stílaheftið hevur 11 litsíður og skal prentast í um 1000 eintøkum, ivist eg onga løtu í, at vit høvdu mengað at prentað tað av nýggjum eftir einum degi, sigur Agnar Jensen frá Føroyaprent.
 
Hjá Estra Prent í Syðrugøtu játta tey somuleiðis, at tey uttan stórvegis hóvasták høvdu prentað stílaheftini av nýggjum alt fyri eitt:
 
- Tað hevði als ikki verið ein trupulleiki, hóast umstøðurnar eru serligar, tá próvtøkuhefti skulu prentast. Tá skulu hurðar vera læstar og gardinurnar væl fyri vindeyguni, so eingin sær heftini áðrenn próvtøkuna. Men vit eru so fá, sum arbeiða á Estra, at vit høvdu lættliga skipað fyri at prenta hasi próvtøkuheftini av nýggjum, sigur Inga Hansen, ið starvast hjá Estra Prent.