Løgreglan í New York hevur funnið eitt petti av lendingarskipanini á øðrum av flogførunum, sum flugu inn í World Trade Canter tann 11. september í 2001.
Pettið varð funnið millum tveir bygningar á Lower Manhattan mikudagin. CBS News sigur, at tað er bara ein hálvur metur millum bygningarnar, og at vrakpettið hevði sett seg fast har. Tað bleiv funnið í sambandi við eina kanning.
Ein talsmaður fyri løgregluna í New York sigur, at navnið "Boeing" stendur á pettinum og síðani eitt nummar, og Boeing-verksmiðjan skal nú kanna, hvørjum flogfari pettið er av.









