Eitt bjargingarlið hevur funnið vrakpetti av Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið á veg úr Rio de Janeiro til París á sumri í 2009. Vanlukkan kostaði 228 mannalív.
Fronsku myndugleikarnir siga, at eitt skip hevur funnið partar av motorunum og veingjunum, og nú verður roynt at finna teir svørtu kassarnar, sum kunnu siga, hví flogfarið datt niður.
Seinni í dag fara myndugleikarnir at hava tíðindafund, har teir fara at kunna um vrakpettini, sum eru funnin. Teir fara eisini at vísa myndir av pettunum, skrivar AFP úr París.