Funnu vitleysan mann á gøtuni í Havn

Beint eftir midnátt ringdu fólk til løgregluna, tí tey høvdu gingið seg fram á ein mann, sum lá fram eftir rommum á gøtuni við ongum viti. Løgreglan sendi boð eftir sjúkrabili og fekk mannin á Landssjúkrahúsið, har hann var innlagdur.

 

Løgreglan viðgerð ikki málið sum nakað illgrunasamt. Tey siga, at tað vísir seg, at maðurin er dottin og hevur smekkað høvdið í vegin og at stoyturin var so harður, at hann misti vitið