Funnu vápn á sjúkrahúsi

Amerikanskir herflotamenn fingu ein hvøkk, tá teir tóku sjúkrahúsið í irakska býnum Nassiriya. Har vóru eingir sjúklingar, men vápn og lóður.

Amerikanska herleiðslan í Qatar heldur, at irakar hava nýtt sjúkrahúsið sum venjingarstøð hjá hermonnum, samstundis sum tað hevur verið sjúkrahús.
Tá amerikansku herflotamenninir komu inn á sjúkrahúsið, sóu teir ongan sjúkling. Men í ymsum hølum funnu hermenninir 200 ymisk vápn, eina rúgvu av lóðuri, 300 trygdarbúnar og einar 300 gassmaskur. Í og kring sjúkrahúsið tóku amerikanararnir einar 170 óvápnaðar irakskar hermenn, sigur herleiðslan í Qatar.
Sum skilst hevur tað ørkymlað herleiðsluna, at hermenninir funnu trygdarbúnar og gassmaskur á sjúkrahúsinum. Amerikanararnir halda hetta vera eina ábending um, at irakar í hvussu er hava umhugsað at nýta evnafrøðilig vápn í krígnum.