Funnu vápn og tilfar til spreingievni

Danska løgreglan hevur tikið tveir menn, eftir at hon hevur funnið vápn og evni, sum kunnu brúkast til at gera spreingievni við. Løgreglan kom fram á vápnini og evnini undir einari húsarannsókn nærhendis Middelfart á Fyn.

-Tað snýr seg um riflur, vanligar byrsur og evnafrøðiligt tilfar, sigur Finn Wegener, varapolitikommiserur, við DR. Hann vil ikki siga, hvørji evni talan er um, men at talan er um evni, sum kunnu brúkast til spreingievni.

Finn Wegener sigur, at teir báðir tiknu menninir eru av donskum uppruna.