Funnu tarmbakteriur í sjokulátu

Heilsumyndugleikarnir í Kina hava funnið tarmbakteriur í sjokulátu, sum var innflutt úr Svøríki. Myndugleikarnir siga, at teir hava lagt hald á næstan 1,9 tons av sjokulátu, sum skuldi seljast í handlum hjá møblaketuni Ikea í Kina.

Tað skrivar blaðið Shanghai Daily. Sambært upplýsingunum, sum blaðið hevur, funnu heilsumyndugleikarnir bakteriur frá skarni í teirri svensku sjokulátuni. Sum skilst er sjokulátan koyrd burtur.

-Vit hava roynt at fáa fleiri upplýsingar, men higartil uttan úrslit, sigur talskvinnan hjá Ikea, Ylva Magnusson. Hon leggur afturat, at Ikea keypir sjokulátu frá einum veitara.

-Sjálvandi er tað umráðandi, at góðskan er í lagi, at eftirlitið er gott, og at allar reglur og lógir verða hildnar, sigur Ikea-talskvinnan.