Ein fýra ára gomul genta lá samfullar átta tímar undir líkunum av mammu síni og ommu síni á baksetrinum í einum bili.
Tær tríggjar vóru í einum bili, sum bleiv funnin í landssynningspartinum av Fraklandi í gjár. Bilurin hevði bretskar nummarplátur, og inni í honum fann løgreglan ein mann og tvær kvinur. Tey vóru deyð av skotum. Uttan fyri bilin lá ein átta ára gomul genta. Hon var eisini rakt av skotum, men á lívi og varð alt fyri eitt koyrd á sjúkrahús.
Franska løgeglan hevði ongan skund við at taka tey trý líkini út úr bilinum, men tá tað bleiv gjørt í nátt, varnaðust løgreglumenninir, at ein smágenta lá undir teimum báðum líkunum, sum lógu á baksetrinum. Tað vísti seg, at gentan var á lívi, men skelkað, og varð alt fyri eitt flutt á sjúkrahús.
Franski ríkisákærin segði í nátt, at hendingin er sum tikin úr einum filmi.










