Funnu saman umborð á Nærabergi

Hóast tey altíð hava búð í Klaksvík, so høvdu tey ongantíð borið eyga við hvønn annan, fyrr enn tey lossaðu sukur umborð á Næraberg.
Fyri góðum ári síðani tóku tey ring uppá, og í dag búgva tey saman í eini hugnaligari kjallaraíbúð í Klaksvík



Tann 27. februar í 2000 fór Næraberg fyri fyrstu ferð frá bryggju í Klaksvík. Hetta var ein søguligur túrur í so máta, at millum manningina taldust bæði konufólk og mannfólk. Hetta at hava bæði kyn umborð legði botn til nógvar søgur, og onkur útróðrarmaðurin helt hetta vera tað bera fjas. Konufólk høvdu einki at gera umborð á einum skipi; tey skuldu heldur vera heima og passa heim og børn.
Men hvussu var og ikki, so taldi manningin hendan dagin 7 konufólk og 71 mannfólk.
Millum øll hesi vóru eisini 23 ára gamla Barbara Biskopstø Hansen og 20 ára gamli Leivur Thorsteinsson, bæði úr Klaksvík.
Vit hitta tey bæði í íbúðini, sum tey hava innrættað í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Leivi. Í íbúðini hava tey kamar og eina hugnaliga stovu. Á stovuborðinum standa stearinljós saman við nýbryggjaðum kaffi.
Tey eru til reiðar at siga frá tí heldur óvanligu søguni um viðurskiftini teirra millum.
Lossaðu sukur umborð
- Eg hevði siglt um Atlantshavið við Sølku Vølku, og mær dámdi so væl, at eg tímdi ikki bara at vera heima. Eg vildi royna okkurt øðrvísi, og bað tí um kjans umborð á Skálaberg, greiðir Barbara frá.
- Eg slapp tó ikki við har, men ístaðin kundi eg fara við Nærabergi á fyrsta túrinum, hann skuldi gera. Eg fekk at vita, at onnur konufólk eisini skuldu við, so eg tók bara av. Og hetta havi ongantíð angrað, smílist Barbara og hugsar óivað um, at tað á hesum túrinum, at hon og Leivur funnu saman.
Áðrenn skipið kundi fara avstað, var tó ymiskt, ið mátti fáast uppá pláss. Millum annað skuldi ein rúgva av sukri lossast umborð dagin fyri, og bæði Barbara og Leivur góvu eina hjálpandi hond.
Hóast bæði vóru búsitandi í Klaksvík, so høvdu tey ongantíð hitt hvønn annan. Tey høvdu ikki so frægt sum lagt merki til hvønn annan, hóast tey kenna somu fólk og enntá eisini hava somu vinir. Men tey komu í prát saman, og prátið gekk so væl, at Barbara til endans bað Leivur um at koyra seg heim, tá tey vóru liðug.
Funnu saman á fyrsta túrinum
Nakrar dagar eftir fóru tey frá bryggju, og skuldu tey nú klára seg úti á havinum í góðar tveir mánaðir.
Men kærleiksgudurin hevði skotið sín píl, og hesin pílur fylgdi teimum eisini til havs.
- Eg helt, at Leivur var heilt ótrúliga fittur. Og vit prátaðu saman, hvørja ferð vit fingu møguleikan, sigur Barbara.
Men tað var ikki bara sum at siga tað. Tey endaðu á hvør sínari vakt umborð, so tá Leivur hevði frí, var Barbara til arbeiðis á verksmiðjuni.
- Tíbetur lá tað soleiðis fyri, at eg onkutíð fekk frí eitt sindur fyrr, og so skundaði eg mær heldur at finna Leivur ístaðin fyri at sova. Tað kom eisini fyri, at eg slett ikki svav ímillum vaktirnar, flennir Barbara.
Leivur brýtur ímillum og fortelur, at tey bæði heilt skjótt funnu útav, at sambandið teirra millum var nakað heilt serligt.
- Hóast Barbara er trý ár eldri enn eg, so tosaðu vit ótrúliga væl saman. Og skjótt gjørdist hetta eisini meir enn til bara tos, smílist Leivur.
Manningin lyndi at arga
Hini fólkini á túrinum løgdu eisini merki til sambandið millum Barbaru og Leiv. Og tað var ikki sørt, at tey høvdu hug at arga eitt sindur.
- Vit høvdu jú ongantíð møguleika at vera einsamøll, men vóru altíð millum onnur fólk, sigur Barbara.
- So sjálvandi løgdu tey til merkis, at okkurt var áfatt, og tey høvdu hug at flenna eitt sindur at hesum.
Men hetta legði forelskaða parið ikki petti í; tey vóru glað, bara tey sloppu at vera saman.
- Eg haldi ikki, at manningin meinti hetta illa. Tað var bara stuttligt hjá teimum at hava okkurt at flenna at, og sjálvi løgdu vit einki serligt í hetta, greiðir Leivur frá.
Fleiri pør umborð
Men Barbara og Leivur vóru ikki tey einastu, ið funnu saman umborð á Næraberg.
- Eg veit um fleiri, sum hava funnið hvønn annan umborð, men vit vóru nokk tey fyrstu. Fleiri av hinum eru eisini farin frá hvør øðrum, eftir at tey komu í land. Men vónandi verða vit saman altíð, sigur Barbara.
Tey hyggja uppá hvønn annan og smílast á ein slíkan hátt, at eingin ivi kann vera um, at hetta ynski er galdandi fyri bæði tvey.
Men tó, ikki var tað altíð so lætt at verða par til skips.
Møguleikarnir fyri at verða einsamøll eru so at siga ikki til staðar, tá konufólk og mannfólk ikki eru inni á sama kamari.
Og uppihaldsstovurnar umborð eru nærum altíð fullar av fólki, sum hava frívakt, so illa bar til hjá teimum báðum at fáa ein fríløtu saman.
- Men vit bøttu um hetta, tá vit komu heim, flennir Barbara.
Eftir tveir mánaðir til havs, komu tey heimaftur. Her skuldu tey steðga í góðar tríggjar dagar, áðrenn tey skuldu umborð aftur.
- Og hetta kom væl við. Vit runnu runt at heilsa uppá familjuna, og so læstu vit okkum inni, til vit skuldu avstað aftur. Hetta var jú fyrstu ferð, vit høvdu nakran møguleika fyri at vera einsamøll, flennir Leivur.
Vóru við í eitt ár
Men dagarnir gingu skjótt, og parið skuldi umborð aftur.
- Hvørgin av okkum ivaðist nakrantíð í at fara við aftur. Heldur ikki, sjálvt um vit nú av álvara vóru vorðin eitt par, sigur Barbara.
- Men sjálvandi var tað ringt at koma umborð aftur, og ikki sleppa at síggja hvønn annan so nógv, sum vit vildu.
Tó man hetta ikki hava bilað so nógv, tí bæði Leivur og Barbara vóru við Næraberg í eitt heilt ár.
Í dag er Barbara tó komin í land aftur, og er farin í læru sum miðlagrafikari.
Leivur er enn til skips, men tó við einum øðrum skipi.
- Hatta við sjólívinum er stuttligt og ein spennandi avbjóðing. Men tað ber ikki so væl til at sigla, um ein eisini vil hava heim og børn. Í øllum førum ikki hjá konufólki, sigur Barbara, sum ikki væntar, at hon nakrantíð fer til skips aftur.
- Nei, eg verði nokk á landi og læri liðugt. Arbeiðið sum miðlagrafikari er øgiliga spennandi, og mær dámar heilt væl. Men eg kann gott liva við at hava ein sjómann til mann, sigur hon og hyggur á Leivur.
Tóku ring uppá
Fyri góðum ári síðani tóku tey bæði ring uppá, og tey bíða nú eftir at fáa eitt grundstykki, so tey kunnu fara undir at byggja.
- Eg fari ongantíð at angra, at eg fór við handan túrin, sigur Barbara.
- At vera til skips er eitt stórt upplivilsi í sær sjálvum; men at eg so eisini møtti Leivur umborð, tað má verða tað størsta upplivilsi nakrantíð, smílist hon.
- Ja, og eg kann bara siga tað sama, leggur Leivur afturat og gevur Barbaru ein koss.