Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni á meginøkinum og har fingu fleiri bilførarar bót. Summir fingu bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu og aðrir fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Men eingin koyrdi meiri enn 20 kilometrar skjótari enn loyvt er, so eingin fekk meiri enn eina bót.
Í sama viðfangi varð ein bilur kannaður, tí løgreglan hevði illgruna um, at okkurt var áfatt og tey funnu eisini eina lítla nøgd av hassji í bilinum. Tey, sum koyra ávirkað av rúsevnum, verða harðari revsað enn tey, ið koyra ávirkað av rúsdrekka.
Í sambandi við rúsdrekkakoyring, skal promillan upp á 0,2 fyri at tað er ólógligt, men hvat rúsevnum viðvíkur er markið so lágt, at í roynd og veru er tað niðri á null. Og verður rúsevnið staðfest í blóðinum á bilførara, missur hann hann altíð koyrikortið. Ofta kunnu hassj og onnur rúsevni, mátast í blóðinum í nógv longri tíð enn rúsdrekka, sigur løgreglan, so vandin fyri at verða tikin langt eftir sjálvan rúsin, er rættiliga stórur
Løgreglan var eisini á ferð norðanfyri og ymsastaðni í miðøkinum og tók nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur gildið vegskatt.