Myndugleikarnir í Venesuela komu nú um dagarnar fram á heili 2,8 tons av rúsevninum kokain umborð á einum privatflogfari.
Tað var venesuelski forsetin, Hugo Chavez, sum kunnaði fjølmiðlarnar um tilburðin. Hann greiddi frá, at rúsevnissmuglararnir høvdu gjørt eina lítla flogbreyt inni í skóginum, men at teir høvdu fjalt hana væl. Kortini eydnaðist tað einum herliði at finna breytina, og har komu hermenninir fram á flogfarið við tí nógva rúsevninum. Sambært Chavez var flogfarið skrásett í USA, og síðani hava myndugleikarnir í Venesuela tikið ellivu fólk, sum nú verða skuldsett fyri rúsevnissmugling.
Tað er alment kent, at rúsevnishandilsmenn í Kolombia smugla nógv rúsevni inn í Venesuela og haðani til USA og Evropa. Venesuelsku myndugleikarnir halda, at á hvørjum ári koma umleið 160 tons av rúsevnum koma inn um markið, áðrenn tey verða send á amerikanska og evropeiska marknaðin.










