Funnu plast í høsnarunganum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar eitt slag av høsnarungum

Í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti einum slagi av høsnarunga, sum er at fáa í handlum her á landi. Talan er um »Rema1000 Kyllinge dippers med BBQ« Talan er um pakkarnar, sum viga 275 gramm og sum eru best fyri 20.04.2023, 26.05.2023 og 16.06.2023. Lotnumruni eru: L2 2001 1, L2 2602 og L2 1603 51 og EAN-strikukotan er 5705830604897

 

Orsøk til ávaringina er, at tey hava funnið blátt plast er funnið í vøruni. Tað bláa plastið kemur allar helst frá einum oyðiløgdum flutningsbandi hjá framleiðaranum, men av tí sama er vøran ikki mannaføði. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir sostatt til, at tey, sum liggja inni við hesum, koyra tað í skrell, ella lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.