Um fimm tíðina hósdagin fann ein persónur eina fitta peningaupphædd mitt á vegnum í gongugøtuni í Havn. Viðkomandi var so reiðiligur at hann læt pengarnar upp í hendurnar á løgregluni.
Seinnapartin í gjár skrivaðu vit um tilburðin. Tað kanst tú lesa meiri um her: Funnu nógvar pengar í gongugøtuni í Havn – leita nú eftir eigaranum
Løgreglan sigur, at síðani hava trý fólk boðað løgregluni frá, at tey hava mist pengar og vildu frætta um tað kanska vóru teirra upphædd, sum varð latin løgregluni.
Løgreglan sigur, at nú kanna tey fráboðanirnar og í hesum sambandi verða tey, sum hava boðað frá, biðin um at greiða nágreiniligari frá. Eitt nú verða tey spurd, hvussu stóra upphædd, talan er um, hvussu seðlabýtið var, o.s.fr.
Vit vilja fegin tryggja okkum so væl sum gjørligt at tann, sum møguliga fær pengarnar, eisini í roynd og veru er tann, sum hevur mist teir, sigur løgreglan. Av tí sama eru pengarnir heldur ikki útflýggjaðir nøkrum enn.
Tí siga tey heldur einki um, hvussu stóra upphædd talan er um, ella hvørjar seðlar, talan er um. Men løgreglan sigur kortini, at talan er um eina so mikið stóra upphædd, at tann, sum hevur mist hana, eigur at sakna pengarnar.