Funnu nógv rossakjøt í lasanju

Innanhýsis kanningar hjá teirri stóru matvørufyritøkuni Findus hava staðfest, at rossakjøt er í nógvum lasanjum, hóast tað sambært innihaldsupplýsingini eigur at vera oksakjøt. Kanningarnar vístu, at millum 60 og 99 prosent av kjøtinum var rossakjøt.

Findus hevur nú tikið allar sínar lasanjur úr handlunum í Bretlandi og Svøríki.

Henrik Nyborg, sum er norðurlendskur framleiðslustjóri hjá Findus, sigur, at tað slagið av lasanjum, sum bretar hava funnið rossakjøt í, verður ikki selt í donskum stórhandlum, tí hetta slagið verður bara selt í Bretlandi og í Svøríki.

Ein talskvinna fyri bretska matvørueftirlitið sigur við BBC, at tað er rættiliga sannlíkt, at talan er um eina kriminella gerð.

Tað er ikki so langt síðani, at rossakjøt varð funnið í skundmati, sum Burger King seldi í Írlandi og Onglandi.