Í kvøld hevur løgreglan í Havn leitað eftir einum manni, sum var farin í bátin, men sum ikki kom aftur í aftur. Hann var farin í bátin fyrr í kvøld, men tá ið hann ikki kom aftur, fóru avvarandi at leita. Men tá ið tey heldur ikki funnu hann, varð ringt til løgregluna.
Báturin lá við bátaplássini við Kongabrúnna. Motorurin gekk, men maðurin varð ikki at síggja. Eina løtu seinni, fann løgreglan tann eldri mannin á sjónum, niðri ímillum bátarnar. Sjúkrabilur varð boðsendur og maðurin var alt fyri eitt fluttur á landssjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at tað er óvist, hvussu støðan hjá manninum, er.
|