Funnu illa skaddan mann úti á vegnum

Løgreglan vil fegin fáa samband við fólk, sum halda seg vita nakað

Leygarmorgunin ringdu tey av Landssjúkrahúsinum til løgregluna at boða frá, at tey høvdu fingið ein mann inn um náttina. Tað vóru nakrir unglingar, sum høvdu funnið hann, har hann lá uttarliga undir Bryggjubakka, undir teirri brøttu betongtrappuni, sum er har úti. T

 

að var klokkan eitt leygarkvøldið, at teir høvdu funnið mannin, so tey ringdu eftir sjúkrabili, sum kom eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur. Men um morgunin ringdi avvarðandi lækni til løgregluna at boða frá, tí maðurin hevði fingið so umfatandi skaða, at hann metti, at løgreglan átti at fáa boð um málið. Maðurin hevði nevniliga stórar skaðar bæði í høvdinum, í rygginum og í andlitinum.

 

Løgreglan fór á staðið at kanna umstøðurnar og at tryggja tey teknisku prógvini, skuldi nøkur verið. Men løgreglan sigur, at fyribils hava tey illgruna um, at hann hevur ætlað sær oman ígjøgnum trappurnar, men hann so er dottin og er farin eftir høvdinum oman ígjøgnum allar tær brøttu betongrappurna, og at tað er frá fallinum, at hann hevur fingið skaðarnir.

 

Sum sagt var maðurin funnin um eitt tíðina fríggjakvøldið, tað kvøldið mentanarnáttin var. Og løgreglan sigur, at er tað nakar, sum hevur sæð nakað, sum kann hava samband við hendingina, vilja tey ógvuliga fegin frætta frá fólki, so at tey kunnu fáa greiði á, hvar er hent.