Kavarar leitaðu í dag eftir kanónum, ella øðrum vraklutum, av Westerbeek, sum sakk vestanfyri Suðuroynna í 1742, men teir funnu onki. Ætlanin er at royna aftur í morgin Mathias Lassen, sum er søguliga áhugaður í Westerbeek, er á odda fyri royndunum, men afturat sær hevur hann t.d. Sigurð Gudmundson, ið eigur útgerð og skjóttgangandi bátar.
Leitað verður útfyri Lopranseiði og nakað suðureftir mótvegis Beinisvørði.
Tað eru kavarar frá fyritøkuni hjá Símun J. Højsted, ið standa fyri kavingini. Teir hava alla hugsandi útgerð, so sum metal-leitara, undirvatnsscootarar og myndatól. Tvær kavingar vórðu gjørdar í dag og teir eru onki minni enn bergtiknir av Suðuroynni.
- Teir eru púra ovfarnir og njóta veruliga at arbeiða í hesum vakurleikanum. Teir siga sum er, at bjørg og onnur støð norðanfjørðs, ið víst verða fram, kunnu pakka saman, um samanborið verður við hetta. Teir skilja als ikki, at tað bert blivu til 3 túrar við ferðafólki í fjørsummar, tí heldur átti at verið siglt 3 túrar um vikuna, um borið var rætt at, sigur Mathias Lassen. (Sí eisini myndatema)
Hóast onki varð funnið í dag, so var gleði í at arbeiða undir so vøkrum umstøðum og í góðveðrinum. Ætlandi verður roynt aftur í morgin.
Westerbeek sakk 2. september í 1742 og serliga eru tað goturstykkini, kanónirnar, ið vónir eru um at finna.