Funnu ikki málið á Argjum

1.DEILD: AB flutti niður við javnleiki ímóti bronsuvinnaranum

Tað endaði málleyst, tá ið næstbesta AB liðið í kvøld takkaði fyri seg í hesum umfari í næstbestu deildini. Mótstøðuliðið var NSÍ, sum størsta partin av árinum hevur verið næstfremst.

At úrslitið í kvøld var 0-0 ber við sær, at NSÍ misti næstfremsta plássið og endaði á bronsuplássinum við 52 stigum.

AB endaði næstaftast við 23 stigum.

Tað var ikki serliga stórur munur á liðunum í kvøld. Tølini siga, at AB vann ein góðan møguleika og NSÍ ongan, og NSÍ vann fimm hornaspørk, og AB vann fýra hornaspørk.