Funnu ikki kolvetni í Grosso-brunninum

Faroe Petroleum boðar frá, at nú er Grosso leitibrunnurin boraður á norska loyvinum PL376 Faroe Petroleum eigur 10% av loyvinum. StatoilHydro, sum er fyristøðufelag, eigur 40%, GDF SUEZ eigur 20% og E.ON Ruhrgas eigur 10%.

Faroe Petroleum sigur, at kolvetni vórðu ikki funnin í leitibrunninum, sum Ocean Vanguard boripallurin boraði. Hetta er fyrsti brunnur, sum er boraður á loyvinum, og tað eru fleiri onnur lovandi prospektir á loyvinum.

Borikostnaðurin á Grosso brunninum kemur undir kolvetnisskattaskipanina í Noregi, sum merkir at Faroe Petroleum rindar 22% av kostnaðinum hjá felagnum, meðan norska skattaskipanin rindar 78%. Í sambandi við boringina, hevur Faroe Petroleum gjørt nýtslu av lánsavtaluni við Bank of Scotland og Barclays Bank. Lánsavtalan fíggjar 75% av leitikostnaðunum, inntil landið rindar 78% árið eftir.

Faroe Petroleum heldur fram við boriætlanini í Noregi, Føroyum og Vestan fyri Hetlandi. Boriætlanin, sum øll er fíggjað, inniheldur fleiri spennandi brunnar.