Hóast kvøldið í gjár og náttin hava verið stak friðarlig hjá politinum, var okkurt tó á skránni.
- Fríggjakvøld er ofta kvøldið, tá tey heilt ungu fara í býin, og tá er ikki óvanligt, at vit síggja, at nøkur teirra hava fingið alt ov nógv upp í høvdið, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.
Hann vísir á, at sum heild skika hesi blaðungu sær væl, men í summum førum hevur onkur drukkið so mikið nógv, at tey ikki megna at finna heim til hús. Og tá kemur polittið til hjálpar.
- Í nátt vóru tað nøkur, sum vóru so mikið full, at vit vóru noydd til at hjálpa teimum heim. Men tað var so at siga tað einasta, sum hendi hjá okkum í gjár, sigur vaktahavandi og leggur afturat:
- Tað var so mikið friðarligt hjá okkum, at eg vil næstan kalla tað eitt løgið fríggjakvøld. Tað hevur verið stak friðarligt.