Europeiska løgreglueindin Europol gjørdi farna vikuskiftið átak í Grikkalandi ímóti einum kriminellum netverki.
Løgreglan fann meira enn 900 pass, samleikprógv og ferðaskjøl, sum antin vóru følsk ella stolin, í húsarannsóknum í sjey húsum í býnum Attica.
Harkaliðið, sum var mannað við persónum úr Algeria, Sýria, Tunesia og Palestina, hevði stolið pass og ferðaskjøl úr parkeraðum bilum og frá fólki á ferð kring Europa. Síðani royndu tey at selja skjølini til fólk, sum royna at sníkja seg inn í Europa ella kring Europa.