Funnu hópgrøv í Sýrialandi

Bretska blaðið The Guardian sigur frá keldum í Sýrialandi, at fólk í býnum Deraa hava funnið eina grøv við 13 líkum. Deraa hevur verið miðdepil fyri mótmælunum ímóti Bashir al-Assad, forseta og stýri hansara, og fólk í býnum hava sagt, at fleiri hundrað fólk eru horvin, síðani mótmælini byrjaðu tann 18. mars.

Keldurnar hjá The Guardian hava greitt blaðnum frá, at fimm av teimum deyðu eru úr sama húsi, maður og fýra børn.

Keldurnar siga eisini, at hendurnar eru bundnar aftan bak, og tað hava trygdarmenn gjørt, tá teir hava tikið mótmælisfólk. Tí hava fólk í Deraa illgruna um, at tað eru trygdardeildirnar, sum hava jarðað tey 13, skrivar The Guardian.