Funnu hópgrøv í Kambodja

Myndugleikarnir í Kambodja kunngjørdu í dag, at teir hava avdúkað eina hópgrøv har norðuri í landinum, og at helst eru fleiri hundrað offur frá tíðini hjá Reyðu Khmerunum jarðað í grøvini.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at summi offur høvdu bind fyri eyguni og vóru bundin á hendur og føtur.

Í síðstu viku komu arbeiðsmenn fram á leivdir av í minsta lagi 17 fólkum, tá teir arbeiddu veg í landspartinum Kralana. Tað almenna skjalasavnið, sum stendur fyri arbeiðinum at leita eftir hópgravum, heldur, at umleið 35.000 fólk liggja í hópgravum í Kralana.

Umleið tvær milliónir fólk doyðu, tá Reyðu Khmerarnir ráddu fyri borgum í Kambodja í sjeytiárunum.