Fríggjadagin funnu arbeiðsmenn hjá J & K Petersen eina granat á Havnarvág. Í sambandi við arbeiðið at dýpa havnina, hava arbeiðsmenninir fleiri ferðir funnið granatir.
Serfrøðingar frá Marinustøðini taka sær av slíkum lutum, ið kunnu vera vandamiklir, Løgreglan og arbeiðseftirlitið avbyrgdu økið fyri óviðkomandi, meðan fólk beindu fyri granatini.