Eitt leirpetti, sum er 2.700 ára gamalt, hevur møguliga hoyrt til bíbilska guvernørin í Jerusalem.
Fornfrøðingar í Ísrael hava funnið eitt aldargamalt petti av leiri, sum møguliga kann vátta bíbilsku orðini um, at ein leiðari var í Jerusalem.
Í dag avdúkaðu fornfrøðingarnir tað, teir hava funnið. Tað er eitt slag av segli av leiri við eini gravering.
Graveringin vísir tveir menn, sum hyggja upp á hvønn annan sum í einum spegli, og niðanfyri er ein tekstur á hebraiskum:
»Til guvernørin í býnum«
– Hetta er ein ógvuliga sjáldsamur lutur, sigur Sclomit Weksler-Bdolah frá ísraelsku forminnismyndugleikunum.
– Stóri týdningurin við lutinum er, at vit higartil bara hava kent orðini »býarins guvernørur« frá bíbliuni, sigur hon.
– Tað er fyrstu ferð, at vit síggja tað í einum fornfrøðiligum samanhangi, í eini fornfrøðiligum útgrevstri við strukturum frá sjeynd øld fyri Kristi føðing.
Á leirpettinum stendur einki um navnið á guvernørinum ella um Jerusalem. Men Weksler-Bdolah heldur, at tað vísir til guvernørin í Jerusalem.
Hon leggur afturat, at seglið um stutta tíð skal ígjøgnum eina meiri gjølla vísindaliga kanning, og væntað verður, at tað vil avdúka tilknýti til Jerusalem.
Leirpettið varð funnið í einum bygningi í gamla býnum í Jerusalem, nærindis Grátimúrinum, sum er síðsti múrur, sum er eftir frá øðrum templi hjá jødunum.
Templið var oyðilagt av rómverjum fyri sløkum 2.000 árum síðani.
Men leirpettið kann dagfestast fyri ta tíð, nevniliga til 700 ár fyri Kristi føðing, og tá lá fyrsta temlið hjá jødunum í Jerusalem.
Shlomit Weksler-Bdolah heldur, at leirseglið helst hevur sitið á einum luti, sum skuldi latast einum vegna guvernørin í Jerusalem.
/ritzau/