Fornfrøðingar hava funnið eitt hálsprýði nærhendis Titicaca-vatninum har suðuri í Peru. Kanningar vísa, at hálsprýðið er umleið 4.000 ára gamalt og tískil tað elsta fornminnið, sum er funnið í Suðuramerika. Granskararnir siga, at hálsprýðið er gjørt út gullmolum, og tað er tekin um, at slíkir prýðislutir hava verið har, langt áðrenn inkamentanin og mayanamentanin vórðu til. Hálsprýðið varð funnið í einari grøv í einari bygd, har fólk hava búð millum 1.500 og 3.000 ár fyri okkara tíðarrokning, skrivar Reuters.










