Tollararnir í Hongkong hava lagt hald á meiri enn fýra tons av fílabeini, sum teir funnu í tveimum bingjum, ið komu við einum farmaskipi úr eysturafrikanska landinum Tanzania týsdagin.
Eftir pappírunum hjá skipinum var plastikk til endurnýtslu í teimum báðum bingjunum, men tá tollararnir hugdu inn í teir, funnu teir meiri enn 1.000 fílabein. Á tí svarta marknaðinum liggur prísurin um 20 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan AP.
-Hetta var vorðið sum fongur. Vit hava ongantíð funnið so nógv fílabein fyrr, sigur Lam Tak-fai, sum er leiðari hjá tollarunum á havnarlagnum í Hongkong.
Í Hongkong verður handil við lutum av hóttum djórasløgum vanliga revsaður við fongsli upp til tvey ár og meiri enn trimum milliónum krónum í bót.