Í gjár vórðu fýra nýggir smittutilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tey fýra fólkini eru smittað í Føroyum, og tey eru øll við í somu smittuketu, og tað er ein smittuketa, sum Landslæknin kennur til. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, sigur Landslæknin.
Í gjár vórðu 657 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar. Í alt eru 129.942 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 467 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 429 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 38 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við Koronu.