Ta seinastu vikuna hevur løgreglan í Peru lagt hald á næstan eitt tons av reinum kokaini, sum skuldi smuglast til USA. Seinasta fríggjadag fann løgreglan 540 kilo av kokaini, og fyrradagin kom løgreglan fram á 415 kilo afturat.
Myndugleikarnir í Peru siga, at tað sama rúsevnaharkaliðið átti alt rúsevnið, sum skuldi smuglast ígjøgnum Meksiko til USA. Løgreglan hevur tikið sjey fólk og oyðilagt tvær rúsevnaverksmiðjur.
Peru er millum heimsins størstu kokainframleiðarar, og myndugleikarnir halda, at tann árliga framleiðslan liggur um eini 330 tons. Tað er 20 tons minni enn í Kolombia, sum er tann størsti kokainframleiðarin í heiminum.










