Altjóða granskarar hava funnið tað, teir kalla "ein gloymdan heim" á Papua í Indonesia. Í einum fjarskotnum frumskógarøki hava teir funnið minst tjúgu djóra- og plantusløg, sum eingin hevur sæð fyrr. Har eru eitt nú froskar, summarfuglar og plantur. Harafturat funnu granskararnir eitt fuglaslag, sum etur húnang, og teir komu eisini fram á fleiri djór, sum eru at kalla útdeyð aðrastaðni í heiminum, men sum tykjast trívast væl í frumskóginum á Papua.
-Her eru vit so nær Edens garði, sum vit kunnu koma, sigur granskingarleiðarin Bruce Beehler við BBC og leggur afturat, at djórini góvu sær ikki stórvegis far um granskararnar. Eitt nú kundu granskararnir uttan stórvegis hóvasták taka tvey djór við sær til nærri kanningar, uttan at tey gjørdu mótstøðu ella flýddu.
Granskaraliðið telur ellivu fólk úr USA, Avstralia og Indonesia. Í desember fóru tey inn í tann gamla frumskógin á Papua vestantil á Ný Guinea.
-Har eru ongar gøtur, og vit sóu ikki eitt einasta tekin um, at fólk hava verið har fyrr. Hetta er eitt vakurt og óspilt øki, sigur Bruce Beehler, sum umboðar amerikanska umhvørvisfelagsskapin Conservative International.
Hann ivast ikki í, at nógv annað forvitnisligt er at finna í frumskóginum. Granskararnir høvdu tveir menn av Papua við sær, og teir vóru eisini bilsnir av tí, sum teir sóu, og teir vistu eisini at siga, at eingin hevði verið inni í frumskóginum fyrr.