Funnu ecstasy fyri 300 mió. krónur

Tollararnir í Indonesia hava lagt hald á eina so stóra nøgd av rúsevninum ecstasy, at talan er um tann størsta fongin tey seinastu tíggju árini.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at tollararnir funnu umleið 1,4 millión ecstasy-tablettir, og at søluvirðið man liggja um einar 300 milliónir krónur.

Tollvaldið sigur, at rúsevnið var í einari bingju, sum kom við einum skipi úr Kina til indonesiska høvuðsstaðin Jakarta. Tollararnir pakkaðu rúsevnið innaftur, og tá eigararnir komu eftir bingjuni, koyrdi løgreglan aftanfyri. Hendan ferðin endaði við, at átta menn vórðu tiknir. Teir kunnu fáa deyðarevsing fyri rúsevnasmugling.