Tað vóru tríggir skakkir menn, sum tíðliga seinnapartin í dag funnu ein deyðan ?mann? flótandi í yvirlivilsisdrakt á Høgnaboga Í góðveðri og mjørka fóru tríggir menn ein túr á flot í morgun. Teir sigldu norður á leiðirnar suður úr Lambavík, norður um Grynnur, teir rópa. Lítið var at fáa, bert onkur einstakur gráur fiskur, onkur longa og onkur brosma.
Næstan steindeytt.
Meðan teir einaferð sigla uppaftur, sær ein av monnunum eitt hvørt, sum flýtur í sjónum, kanska tvær samanbundnar boyður.
Bátseigarin velir at kanna, hvat hetta er og siglir leiðina.
Komnir nærri síggja teir, at litirnir á tí, sum liggur í sjónum, stava frá onkrum bjargingarútbúnaði.
Skjótt síggja teir eisini, at hetta er ein ?maður?, sum flýtir á sjónum í yvirlivilsisdrakt. Hann liggur á rygginum, og høvdið liggur afturyvir niður í sjógvin. Andlitið sæst ikki.
Teir tríggir gerast sera skakkir og hin elsti á bátinum, sum er 85 ára gamal, hugsar við sær, at hetta verður aðru ferð í lívinum, at hann fer at koma aftur til lands við deyðum manni.
Tað er ikki stuttligt.
Tá báturin er komin heilt nær ?manninum?, tekur bátseigarin bátshakan og krøkir.
Jú, hetta er ikki bara ein drakt. Ein stórur maður er innaní henni, men um talan er um lík ella dukku, veit eingin, fyrr enn málið er kannað.
Tá teir tríggir hava fingið mannin inn í bátin, gerst skjótt greitt, at talan er um eina ?dukku? í eini vanligari yvirlivilsisdrakt.
Knappliga rennur einum av monnunum til hugs, at bjargingarroynd er í Nólsoyarfirði í dag, og tá málið verður kannað nærri, vísir tað seg, at hetta er ein av ?monnunum?, sum brúktir eru í hesi royndini.










