Seinnu árini hevur drúgt stríð verið um skipanina av barnaverndum. Verandi lóg er ikki hóskandi, og nú hevur tað eydnast at finna eina loysn, ið bæði samgongan, kommunurnar og serkunnleikin kunnu taka undir við. Allir partar hava verið við í fyrireikandi arbeiðinum.
Barnavernd
Barnaverndirnar verða í framtíðini skipaðar í kommunalum eind-um við fleiri enn 1.500 fólkum. Røkkur fólkatalið hjá einari kommunu ikki til, so skulu kommunurnar samstarva sína millum. Afturat barnaverndarnevndunum verður eisini ein barnaverdnarumsiting, sum skal gera alt fyrireikingararbeiði og allar kanningar fyri sjálva barnaverndina. Tað verða sett krøv til fakligan førleika í barnaverndarumsitingini.
? Tann fakligi førleikin fær nógv størri týdning enn áður. Men vit varðveita framvegis lokalu vitanina í barnaverndunum, sigur Hans Pauli Strøm.
Tað verða kommunurnar sjálvar, sum skulu rinda fyri og standa fyri tí parti av økinum, ið snýr seg um fyribyrging. Landið skal taka sær tvangsskipanum, og har verður eisini skipað ein landsbarnaverndarnevnd við millum øðrum løgfrøðingi og sálarfrøðingi.
Ein barnaverndarstova skal samskipa alt økið og vera dyggur stuðul hjá barnaverndunum kring landið.
Landið fer at spara einar 13 milliónir við hesari nýggju skipanini. Samanlagt er skipanin vorðin 2,5 milliónir dýrari, og tað merkir, at kommunarnar skulu rinda næstan sekstan milliónir meira.
? Hetta verður regulerað við at kommunurnar fáa størri skattainntøku og parturin hjá landinum minkar tilsvarandi, sigur Hans Pauli Strøm.
Arvagransking
Ein nýggj lóg um arvagransking skal leggjast fyri løgtingið í oktober. Við lógini verður millum annað eitt íløgusavn sett á stovn. Savnið skal umfata ein biobanka, diagnosuskrá og ættarbandsskrá. Hesin stovnurin fær rætt at geva loyvi til at granska í føroyskum "genum" og krevja gjald fyri. Stovnurin skal vera sjálvfíggjandi, og mett verður, at tað er ein hampiligur møguleiki fyri, at tað eisini vil geva inntøkur til landskassan. Vísindasiðsemisnevndin og Dátaeftirlitið hava framvegis fult eftirlit við økinum. Somuleiðis eru ætlanir um at gera eina granskarapark, har føroyskir granskarar kunnu nýta gott av royndunum hjá hvørjum øðrum og hava eitt felags forum.