Kringvarpið visti fyri løtu síðan at siga, at 32 ára gamli maðurin, sum var í grundlógarhoyri í dag, er varðhaldsfongslaður í 14 dagar.
Hann skal sita avbyrgdur.
Maðurin varð handtikin í gjár, og í dag varð hann so skuldsettur fyri at hava dripið 42 ára gamla Pidda Hansen í Runavík. Í øðrum lagi er hann skuldsettur fyri grovan harðskap við deyða sum avleiðing.
Tað er ógjørligt at fáa meira at vita um málið, tí grundlógarhoyrið var fyri afturlatnum hurðum. Tað var gjørt, tí frágreiðingarnar frá fólki eru ymiskar, og ákæruvaldið vil ikki hava málið órógvað.
Politiið hevur nú tvær vikur at finna fram fleiri upplýsingar í málinum, og sambært Kringvarpinum er ein blóðugur koddi funnin heima hjá Pidda.