Fornfrøðingar á Gran Kanaria standa yvirfyri einum loynidómi, eftir at teir hava funnið elligamlar beinagrindir av seks monnum undir steinum í einum helli á Gran Kanaria.
Hildið verður ikki, at talan er um vanligan gravstað, tí á onkrum av beinagrindunum vóru armarnir bundnir saman, og allar beinagrindirnar vóru av monnum.
Sagt verður, at allir seks menninir høvdu sterkar armar, sum fornfrøðingarnir halda bendir á, at teir høvdu fingist við sama slag av fysiskum arbeiði.
Beinagrindirnar vórðu funnar í einari holu millum steinarnar í Caleta de Arriba á Kanarisku Oyggjunum.
Fornfrøðingar halda, at menninir kunnu hava livað í 1400-talinum, áðrenn Spania tók oyggjarnar.
Leiðarin fyri útgrevstrinum, Veronica Alberto, heldur tað vera sannlíkt, at menninir hava verið úti fyri einum ógvusligum deyða. Hon heldur, at menninir fyrst eru lagdir omanyvir steinarnar, og síðan er grót kastað omanyvir teir.
- Hetta er ikki ein gravstaður í orðsins rætta týdningi, er Veronica Alberto sannførd um. Hon leggur aftrat, at nú skulu beinagrindirnar kannast, og vónandi fara kanningarnar av siga fornfrøðingunum meira.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.











