Millum steinar á strondini, sum teir sparkaðu til viks, funnu enskir granskarar nakrar beinrestir, ið seinni skuldu vísa seg at vera bein av einum dinosauri, sum ikki er funnin áður. Drúgvar kanningar hava nú víst, at hetta helst eru bein av einum og sama dinosauri, ið er skyldur við tyrannosaurus rex, sum hann verður róptur.
Steinrenningarfrøðingar - ella paleontologar - við Universitetið í Southampton hava nevniliga brúkt mánaðir at kanna tær fýra beinrestirnar, sum eru funnar á strondini í býnum Shanklin á bretsku oynni Isle of Wight, sum liggur út fyri suðurstrond Onglands.
Tað var í mai mánaði í fjør, at beinini vórðu funnin, og Paul Farrell var ein av teimum, sum var við til at finna forvitnisligu leivdirnar.
- Eg gekk fram við strondini og sparkaði steinar. Knappliga sá eg okkurt, sum líktist beini, og eg eri rættiliga ovfarin av, at hetta nú vísir seg at vera eitt nýtt slag av dinosauri, sigur hann við CNN.
Saman við Paul Farrell vóru eisini tveir aðrir, sum leita eftir fornleivdum og steinrenningum.
Granskarar við Universitetið í Southampton hava nú staðfest, at beinini stava frá nakkanum, rygginum og halanum á einum dinosauri, sum sambært universitetinum higartil hevur verið ókendur innan vísindina.
Mett verður, at dinosaururin hevur verið umleið fýra metrar langur, og hildið verður, at hesin eins og tyrannosaurus rex hevur gingið á tveimum beinum - og ikki á fýra beinum.
Granskarar halda, at tyrannosaurus rex hevur livað fyri umleið 115 miljónum árum síðan.
Leivdirnar av dinosaurinum, sum nú eru funnar, hava givið granskarum høvi at rópa slagið vectaerovenator inopinatus, og navnið hevur sambært CNN tilknýti til tað, sum granskarar funnu inni í beininum, nevniliga luftbløðrur, ið hjálptu granskarunum at eyðmerkja slagið.
Nú skulu leivdirnar vísast fram á The Dinosaur Isle Museum, sum liggur á bretsku oynni Isle of Wight. Oyggin er kend sum eitt av bestu støðum í Evropa at finna leivdir og steinrenningar eftir dinosaurum.