Nøkur børn í Avstralia hava funnið eitt eitt barnalík í einum kufferti, sum tey funnu í einum hyli í Sidney Sambært BBC hildu børnini í fyrstani, at tey høvdu funnið eitt deytt svín, men tað vísti seg at vera eitt barn, sum er millum fýra og átta ára gamalt.
Enn veit løgreglan ikki, hvat barn talan er um, og hon kannar nú, um nakað barn er horvið í Sidney í seinastuni.
Kanningar benda á, at líkið hevur ligið í hylinum í fleiri dagar.









