Um 7,7 tons av kokaini eru krógvað í einum minikavbáti, sum við nógvari ferð er á flýggjan um Kyrrahavið.
Tað ljóðar sum ein pallmynd úr einum brotsmannafilmi, men veruleiki er tað, sum fór fram í eystara parti av Kyrrahavinum 18. juni.
Tað sæst í hesi video, sum amerikanska sjóverjan almannakunnugjørdi í gjár. Tað skrivar CNN.
##med2##
Í videoini hoyrist, hvussu ein av monnunum hjá sjóverjuni rópar eftir kavbátalíknandi farinum, sum partvís er undir kavi og siglir við nógvar ferð, um at tað skal steðga.
Síðani loypir ein av manningini hjá sjóverjuni upp á kavbótin og tvingar sær atgongd til farið gjøgnum topplúkuna.
Sambært Stephen Brickey, orlogsskipara, eru minikavbátar ikki eitt nýtt fyribrigdi.
Seinastu fýra árini hava narkokartell úr Mið- og Suðuramerika brúkt slík kavbátalíknandi før til at smugla rúsevni.
Brickey sigur við CNN, at hesi før eru dýr at byggja. Kartellini eru noydd at byggja tey í frumskóginum fyri ikki at verða avdúkað.
Men tá tey eru fylt við rúsevnum og førd til havs, eru tey trupul at spora.
– Tey flestu førini eru undir vatninum, so tað er trupult at síggja tey. Tey eru málað blá, so tey síggjast illa aftur í sjónum, sigur orlogsskiparin við CNN.
Um sjóverjan sær tey, skal handlast skjótt. Minikavbátar eru jú bygdir soleiðis, at teir kunnu søkka og sletta øll spor upp á fáar minuttir.
Amerikanska sjóverjan metir, at hon steðgar umleið 11 prosentum av hesum kavbátalíknandi førum, sum eru fylt við rúsevnum, og sum sigla um Kyrrahavnið.
Tað vóru fimm persónar umborð á farinum, sum sjóverjan steðgaði herfyri.
/ritzau/