Í Meksiko hevur løgreglan funnið 513 fólk í nøkrum bingjum, sum stóðu á tveimum viðfestivognum. Løgreglan sigur, at tey flestu fólkini eru úr Guatemala, El Salvador og Ekvador, og at tey skuldu til USA.
Sum skilst hava fólkini goldið smuglarunum 7.000 dollarar í part. Fyribils eru fýra menn tiknir í sambandi við málið.
Meksikonsku myndugleikarnir siga, at tað ein var syndarlig sjón, sum møtti løgreglumonnunum, tá teir lótu bingjurnar upp. Eitt er, at tað var sera trongt, men tað vísti seg eisini, at fólk høvdu hvørki fingið vátt ella turt í longri tíð.