Danska tollvaldið gjørdi eitt rimmar kvetti, tá tollarar úr Keypmannahavn komu fram á eina ovurstóra goymslu av ólógliga innfluttum vørum beint vestan fyri høvuðsstaðin.
Inni í einum goymslubygningi funnu tollararnir 250.000 dunkar av øli og sodavatni, 2.000 fløskur av brennivíni, 2.000 litrar av víni, 20.000 sigarettir og 50 kilo av tubbaki.
Jon Mikkelsen hjá tollvaldinum í Keypmannahavn, sigur við DR, at hetta er tann størsti fongurin hjá tollarunum nakrantíð. Hann metir, at avgjaldið fyri vørurnar liggur um 10 milliónir krónur.
Tollararnir og løgreglan vita, hvør eigur vørurnar, men viðkomandi er ikki tikin enn. Kanningar vísa, at vørurnar eru komnar úr Týsklandi.