Funnu 20 milliónir smuglarasigarettir

Niðurlendskir tollarar komu í gjár fram á 20 milliónir smuglarasigarettir í einum býi har suðuri í landinum, og sambært fjølmiðlunum hava tollararnir ongantíð lagt hald á so nógvar sigarettir ísenn fyrr. Virðið liggur um fýra milliónir evrur.

Tollvaldið heldur, at sigarettirnar skuldu smuglast til Bretlands, men tað er tó ikki staðfest enn. Tað er heldur ikki heilt greitt, hvaðani sigarettirnar eru komnar.

Talskvinnan hjá niðurlendska tollvaldinum, Gera van Weenum, sigur, at tað mesta, sum tollararnir plaga at finna í havnini í Rotterdam ella aðrastaðni, er millum fimm og tíggju milliónir sigarettir, so fongurin í gjár var óvanligur.

Í 2009 funnu tollararnir í Niðurlondum 210 milliónir smuglaðar sigarettir.